14 slit í 6 ár

20,7 milliónir krónur. Tað er tað, sum 14 slit á Shefa-kaðalinum hava kostað Føroya Tele, síðani kaðalin varð tikin í nýtslu í 2008. Hetta vísa tøl, sum Føroya Tele hevur upplýst fyri in.fo

Mest sum hvørja ferð hevur talan verið um slit á økinum sunnanfyri Orkney-oyggjarnar, har fleiri skip dreggja eftir skeljum. Nakað sum ber við sær, at tey av og á hava dreggjað Shefa-kaðalin við, tá roynt verður.

Av teimum 20,7 milliónunum hevur Føroya Tele fingið 2,7 aftur. Hetta tí tað í tveimum førum eydnaðist at staðfesta eina endurgjaldsábyrgd, men hinar 18 milliónirnar er beinleiðis missur, sum føroyski samskiftisveitarin má bera.

- Hartil hevur kostnaðurin fyri hvørt slitið verið vaksandi í 2012 og 2013, og hevur meðalkostnaðurin fyri hvørt slitið verið um 2,3 milliónir tey bæði seinnu árini, sigur Brian Smedemark, fíggjarstjóri á Føroya Tele.

Hann leggur afturat, at talan her bert er um beinleiðis kostnaðir av at umvæla slitini. Hartil kemur kostnaðurin av tilbúgving hjá Føroya Tele og aðrir kostnaðir, ið eru knýttir at hesum.

Føroya Tele hevur roynt at styrkt og tryggjað kaðalin betur, eins og fleiri kunningarumfør hava verið við bæði myndugleikar og fiskimenn á Orkney, men kortini eru slit støðugt komin fyri. Og hesi eru langt ífrá ókeypis. Neyðugt er at leiga serstakt kaðalskip, tá umvælingar skulu gerast, og hesi eru dýr at leiga. Í ár hevur talan soleiðis verið um trý slit, sum hava kostað 6,8 milliónir krónur.

Nú verður kannað, hvussu kaðalin kann leggjast øðrvísi, so hann ikki gongur ígjøgnum hesar skelja-leiðir. Kostnaðurin av slíkari umlegging liggur væntandi um 15 milliónir krónur, sigur Kristian R. Davidsen, stjóri á Føroya Tele.

Við øðrum orðum hevur Føroya Tele longu nýtt meira enn tað, sum ein umlegging kostar, til at umvæla slit. Men Kristian R. Davidsen sigur, at tað hevur sínar orsøkir, at tey ikki fara undir hetta arbeiði fyrr enn nú.

- Hetta er sjálvandi ein møguleiki, sum eisini hevur verið viðgjørdur fyrr. Tá hava vit tó tosað um munandi størri upphæddir – kanska tað tvífalda - og tí hava vit heldur roynt at kunna um kaðalin og at tryggja og styrkja kaðalin betur.

- Í dag er støðan tó tann, at kostnaðurin fyri ein umlegging av sjálvum kaðalinum er lækkaður munandi. Vit hava eina nýggja avtalu við útgerðarfelag hjá kaðalskipum, og í hesi liggur, at vit fáa bíligari atgongd til yvirskots-kapasitet hjá teimum. Tað vil siga, at hava vit eitt arbeiði, sum ikki hevur eitt neyvt evstamark, so kunnu teir gera hetta fyri ein munandi lægri kostna, tá tað liggur best fyri hjá teimum. Fyribils metingarnar siga, at kostnaðurin fyri hetta nú liggur um einar 15 milliónir krónur, og so verður hetta brádliga sera áhugavert, um vit samanhelda íløguna við kostnaðin fyri slitini, sigur Kristian R. Davidsen.