14 skulu í rættin fyri Charlie Hebdo-álop

Franskir dómarar mæltu fríggjadagin til, at 14 fólk verða sett fyri rættin fyri at hava hjálpt illgerðarmonnum handan jihadist-álopið í og kring Paris í januar í 2015.

 

Álopini vórðu millum annað vend móti satirsika blaðnum Charlie Hebdo.

 

Eftir álopini á redaktiónshølini hjá Charli Hebdo, varð ein løgreglukvinna í forstaðnum Montrouge dripin og seinni var lopið á í einum jødiskum handli.

 

Tilsamans 17 fólk vórðu dripin av trimum jihadistum, sum eisin sjálvir vórðu dripnir av løgregluni.

 

Fronsku myndugleikarnir hava fyribils varðhaldsfongslað 11 fólk. Trý onnur eru eftirlýst av løgregluni.

 

Al Qaeda á Arabisku Hálvoynni átók sær ábyrgdina av álopunum.

 

/ritzau/AFP