14. september og fólkaræði

Høgni Hoydal heldur, at vit eiga at gera 14. september til ein serligan dag, har skúl­ar­nir fara at undirvísa í, hvat fólka­ræði er.

Ein ikki sørt vakur tanki – sum kortini er rættiliga na­iv­u­r.

Meinar Høgni Hoydal ver­u­liga, at tað ber til at semjast um tað í Føroyum? Heldur hann veruliga, at tað fer at spyrj­ast nakað gott burturúr, at lær­arar á skúlum kring land­ið fara at trútta niður í bør­n­ini um fólkaræði á ei­n­um degi, sum hevur elvt til so nógv klandur og stríð og spjað­ing, sum 14. september?
Tá mugu vit siga sum Ed­mund og Bárður og aðrir svart­ir sambandsmenn, at hatta er at vilja kon­front­a­ti­ón­ina.

At læra um fólkaræði er bara gott. Men at knýta fólk­a­ræði saman við stríðs- og fræls­is­degnum hjá 18,3 pro­sent­um av føroysku velja­ra­fjøld­ini, tað er í besta føri ein naivur tanki – nak­að sum tá Tórbjørn Jac­ob­s­­en á sinni avtók grund­lóg­ar­dag­in sum frí­dag hjá skúlu­num, sum í staðin fingu frí á altjóða ar­beið­ar­a­degn­um 1. mai. Tann royndin mis­eydn­að­ist eis­ini, tí An­finn Kalls­berg tók ber­søgna lands­stýr­ism­ann­in­ av ræði.