Tað var 14. september 1946, at føroyingar fyrstu ferð valdu frælsi, og stendur dagurin tí frammalaga í huganum hjá øllum tjóðveldisfólki. Tó vóna ungu tjóðveldisfólkini, at hesin dagurin skjótt eisni fer at verða tann, tá Føroya fólk aðru ferð og endaliga fara at velja at liva sum fræls tjóð.
Tjóðveldisflokkurin varð stovnaður í 1948, og fyllir flokkurin sostatt 50 í ár. Eins og onnur tjóðveldisfólk fegnast Unga Tjóðveldið um stórfingnu føðingardagsgávuna, sum Føroya fólk gav flokkinum 30. apríl. Men tey ásanna eisini, at óføra valúrslitið ikki skal nýtast sum koddi, men heldur sum ein eggjandi byrjan til at røkka ta kós, sum leðir okkum til føroyska tjóðveldið. Unga Tjóðveldið sær hesa kvøldsetuna sum ein av mongum varðum, ið lagast skulu á tjóðveldisleiðini.
Jóannes Jakobsen fer at undirhalda við sínum vælumtókta tónleiki og ikki sørt tjóðskaparliga teksti. Millum annað fer Jóannes at framføra lag og sang, ið er skrivaður til Unga Tjóðveldið.
Petur P. Jensen fer at hava sermerkta yrkingaframførslu.
Unga Tjóðveldið leggur dent á, at tiltakið í Sjónelikarhúsinum 14. september ikki er ein politiskur fundur, men at politikkurin fer at seta sín dám.
Skráin fyri kvøldsetuni verður hendan:
Annlis Bjarkhamar forkvinna í Unga Tjóðveldinum í Suðurstreymi, býður vælkomin.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður, tosar um ríkisrættarligu støðuna og uppskot landsstýrisins.
Heini O. Heinesen, løgtingsmaður, tosar um tjóðveldispolitikk fyrr og nú.
Páll á Reynatúgvu, løgtingsmaður, tosar um týdningin av at tey ungu eru við í politiska arbeiðinum.
Helgi Øster tjóðveldismaður, hugleiðir um tíðina kring fólkaatkvøðuna 1946.
Turið Sigurðardóttir, tjóðveldiskvinna, hugleiðir um pápa sín og tjóðveldishøvdingin Sigurð Joensen.
Annars verður eisini felagssangur, føroyskur dansur o.a. á skránni.