Neyðtelefonin hjá samarittunum er 225988 Reyði Krossur Føroya hevur gjørt seg væl út til Summarfestivalin. 14 samarittar fara at ansa eftir stóru fjøldini, og eru tey útgjørd við fyrstuhjálpar-útgerð og vatnfløskum, um óhappið skuldi verið úti. Tað ber til at fáa fatur á samarittunum við at ringja 225988. Tey eru eisini í sjónligum reyðum og hvítum klæðum.