Í dag er altjóða kvinnudagur, og eisini í skúlanum við Løgmannabreyt hevur ljós verið varpað á evnið í dag. Børnini vóru samlaði til eitt tiltak í morgun, við sangi, tónleiksframførslu og røðu.
Tað var 14 ára gamla Brynhild Pálsdóttir, sum helt røðu fyri øllum næmingunum og starvsfólkunum til tiltakið. Røðan snúði seg um altjóða kvinnustríðið og um hvussu gott vit, sum kvinnur hava tað í Føroyum.
-Hóast eg var eitt sindur nervøs áðrenn eg helt røðuna, so hugsaði eg, sum eg ofta geri, um sitatið, "at the end of your life you only regret the chances you didn't take". Tá ein tíð so er fráliðin, so hevði tað ikki so nógv uppá seg kortini, sigur Brynhild.
Brynhild heldur at vit hava brúk fyri einum degi sum hesum, tí gott er at minnast til stríðið, sum var frammanundan, soleiðis at vit kundu fáa tey rættindi, sum vit hava í dag.
-Eg kendi ikki allar stríðskvinnurnar, sum eg tosaði um í røðuni, og visti ikki av øllum avmarkingunum, sum kvinnur hava havt fyri ikki so langari tíð síðani, so eg fekk eisini nógv burturúr sjálv, sigur hon til endas.