14 ára gomul genta neyðtikin

Ólavssøkan 2002
Ragnhild Ellingsgaard

Týsnáttina kom ein 14 ára gomul genta inn á politistøðini í Havn. Hon vildi boða frá, at hon fyrr um náttina var vorðin neyðtikin. Gentan hevur nú verið til læknakanningar, og staðfesta hesar kanningar, at skelkandi hendingin er farin fram.
Løgreglan ynskir tó ikki at koma út við nøkrum útsøgnum enn, tá so stutt tíð er fráliðin, síðan hendingin fór fram.
- Vit kanna málið, men enn ber ikki til at koma út við nøkrum detaljum, tá hetta kann ávirka kanningararbeiðið, sigur vakthavandi á politistøðini í Havn.
Sostatt vil hann heldur ikki siga, um gerningsmaðurin er funnin ella handtikin longu nú.
- Tað einasta, ið vit vilja staðfesta, er at hendingin er farin fram. Restin má bíða, til kanningararbeiðið er liðugt, greiðir hann frá.