Kinesiski golfspælarin Guan Tianlang, sum bert er 14 ár gamal, hevur tryggjað sær pláss í heimskendu US Masters golfkappingini, sum skal spælast í apríl næsta ár.
Harvið fáa Tiger Woods, Rory McIlroy og hinir heimskendu golfspælararnar ein ungan og ókendan mótstøðumann.
Guan Tianlang vann í dag eina golfkapping í Thailandi, sum gevur atgongd til US Masters. Hann verður tann yngsti spælarin í US Masters nakrantíð, tí tá ið kappingin byrjar næsta ár, verður Guan 14 ár, fimm mánaðir og 17 dagar gamal.
- Eg veit ikki, hvat fer at henda, menn eg ætli mær at gera mítt besta, sigur Guan sambært tíðindastovuni DPA.
Frammanundan var italiumaðurin Matteo Manassero yngsti spælarin í US Masters. Hann var 16 ára gamal, tá hann luttók fyrstu ferð í 2010.