14 milliónir í fráfaringarløn tilsamans

Fráfaringarlønin hjá John Rajani, sum í morgun varð koyrdur sum stjóri í BankNordik, hevur eina fráfaringarløn à 4,4 milliónir. Hann hevur eina ársløn à 2,2 milliónir og hevur sambært sáttmála sínum við bankan rætt til løn í tvey ár eftir uppsøgn. Hetta váttar Árni Ellefsen, stjóri í BankNordik, fyri in.fo.

 

BankNordik boðaði í fráboðan til keypsskálan í morgun frá, at nevndin og John Rajani vóru vorðin ósamd um setanartreytirnar framyvir, og tí varð hann sagdur úr starvi. Árni Ellefsen sigur, at ætlanin var, at John Rajani skuldi halda fram sum stjóri, men vildi ikki vátta, hvørt talan var um, at hann skuldi niður í løn.

 

Sostatt hevur nýggja nevndin rinda teimum báðum gomlu stjórunum, Janusi Petersen og John Rajani, 14 milliónir krónur tilsamans í fráfaringarløn.