14 fólk doyðu, tá eldur kom í eitt verkstað fyri menningartarnað í býnum Titisee-Neustadt har suðuri í Týsklandi í dag. Sjey fólk eru flutt á sjúkrahús.
Løgreglan og sløkkiliðið settu alt fyri eitt eina umfatandi bjargingarætkan í verk, og nógv menningartarnað vórðu flutt burtur við tyrlum.
Sambært løgregluni kyknaði eldurin aftan á eina spreinging á goymsluni , sum ymisk flótandi evni vóru.
Umleið 50 fólk vóru inni í bygninginum, tá eldurin kyknaði.