14 mál á dagsskrá

Løgtingið hevur úr at gera her undan jólum

14 mál eru á dagsskránni, tá ið Páll á Reynatúgvu, tingformaður, setir tingfundin seinnapartin klokkan 13.30.

 

Átta 3.viðgerðir eru á skránni. Hetta eru mál, sum eru væl og virðiliga viðgjørd við 1.og 2.viðgerð umframt at tey í felstu førum hava verið í nevnd. Nevdirnar hava skrivað álit og so er kjakast um málið einaferð afturat, so nú skal okkurt serligt til, skal málið broytast.

 

Fimm 2.viðgerðir eru eisini á skránni, umframt framløga.

 

Framløga er høvi hjá nevndunum at koma við álitum í teimum málum, sum ikki eru liðugt viðgjørd, men sum ætlanin er at fáa avgreidd undan jólum.

 

Vætandi fer Løgtingið í jólafrí, men tað kann henda,a t arbeiðið ikki verður liðugt.

 

So verður tingið kallað samanaftur millum jólanna, men tað sær ikki út til, at so verður.