14 kvinnur tjena yvir eina millón um árið

430 menn gera tað sama.

Úrslitini frá manntali í 2011 vísa millum annað at prosentparturin av føroyskum kvinnum við parttíðararbeiði, er nógv størri í Føroyum enn í flestøllum øðrum londum. Manntal vísti eisini at parttíðararbeiði er meira vanligt í Føroyum hjá monnum enn í nógvum øðrum londum.

 

47 prosent av kvinnunum arbeiða fulla tíð, meðan 53 prosent arbeiða niðursetta tíð. Hjá monnunum arbeiða 87 prosent fulla tíð og 13 prosent niðursetta tíð.

 

Myndin II 3 omanfyri vísir lutfallið av ávíkavist monnum og kvinnum millum 18 og 66 ár í 100.000 krónur inntøkubólkum upp til 1 milllión krónur um árið. Í teimum lágu inntøkubólkunum er tað lutfalsliga fleiri kvinnur enn menn. Tá inntøkan kemur upp um 400.000 krónur minkar prosentparturin av kvinnum stórliga.

 

444 føroyingar hava eina ársinntøku, sum er yvir eina millión krónur um árið. 14 av hesum 444 (3 prosent) eru konufólk.

 

Búskaparráðið hevur eisini greinað, hvussu nógv fólk eru í teimum ymsu 100.000 krónurs inntøkubólkunum (inntøkan er fyri 2014). Tað er mynd II 4 omanfyri. Fólkaríkasti inntøkubólkurin er bólkurin við inntøku millum 200.000 og 300.000 krónur um árið (6237 fólk). Tann myndin sæst niðanfyri.

 

3.833 føroyingar hava eina ársløn á yvir hálva millión. Av teimum eru einans 467, tað er 12 prosent, kvinnur. Ella við øðrum orðum, tað eru næstan líka nógvir menn, sum forvinna yvir eina millón, sum kvinnur, ið forvinna yvir eina hálva.