Tilsamans 14 kvinnur eru skrásettar sum fiskimenn í Sogn og Fjordane í Noregi. Hetta er einans 1,7% av øllum fiskimonnunum í økinum. Hyggja vit kring alt landið, telja kvinnurnar, sum eru skrásettar sum fiskimenn, 2,2%. Tað er NRK, sum ber hesi tíðindi. Í Sogn og Fjordane tosa tey nú um eina ætlan, sum skal hava til endamáls at fáa fleiri kvinnur at velja sjógvin sum livibreyð.