24 ára gamla Louisa Vesterager Jespersen og 28 ára gamla Maren Ueland blivu í desember dripnar, meðan tær vóru á ferð saman í Marokko. Tær vóru úr Danmark og Noregi.
Eitt videobrot av drápinum hevur síðani verið at sæð á sosialu miðlunum, sjálvt um løgreglan staðiliga hevur heitt á borgarar um ikki at hyggja eftir videobrotinum.
Nú eru 14 persónar ákærdir fyri at deila videobrotið. Tað upplýsir løgreglan í Eysturjútlandi í tíðindaskrivi.
- 12 persónar eru ákærdir fyri uttan heimild at hava víðarigivið videobrotið, sjálvt um tað viðvíkir privatu viðurskiftini hjá einum øðrum persóni í viðurskiftum, sum almenningurin kann sleppa undan.
- Hinir tveir persónarnir eru ákærdir fyri staðiliga at hava tikið undir við yvirgangsverkinum, sum hendi við drápinum av teimum báðum kvinnunum, sigur varðastatsákæri Jakob Berger Nielsen í tíðindaskrivinum.
Hevur mann videobrotið liggjandi, skal mann skjótast gjørligt sletta tað, meinar løgreglan í Eysturjútlandi.
/ritzau/
Tá vit á in.fo bóru tíðindini um dripnu kvinnurnar í desember, kom ein viðmerking frá einum lesara. Í viðmerkingini var leinkja til hetta umtalaða videobrotið. Viðmerkingin var strikað, so skjótt vit varnaðust tað.