Føroyingaliðið í næstbestu norsku hondbóltsdeildini, Viking Stavanger er nú bert trý stig aftanfyri oddaliðið, Sandnes.
Viking Stavanger vann í kvøld ein knúsandi 42-20 stórsigur á botnliðnum, Vikhammer. Í steðginum var Viking bara á odda 18-12, men í seinna hálvleiki lá væl fyri bæði við málskjóting og við verjupartinum.
Tróndur Mikkelsen skoraði seks mál, Helgi H. Hoydal skoraði fimm mál og Jónas G. Djurhuus skoraði trý mál fyri Viking í kvøld.
Komandi mikukvøld verður oddauppgerð í Sandnes millum Sandnes sum hevur 32 stig og Viking Stavanger sum hevur 29 stig. Seinast liðini hittust 28. november vann Viking 31-30 í einum sera jøvnum og spennandi dysti.
Vinnur Viking verður bert eitt stig á muni innan seinasta dystin í grundspælinum.
Í seinasta umfarinum leygardagin 9. apríl hevur Viking heimadyst móti Follo sum er fjórðfremst við 24 stigum. Sama dag spælir Sandnes móti Oslo-Studentene á útivølli. Liðið úr Oslo er fjórðaftast í deildini við 12 stigum.