Maskinverkstaðið á Hjalla, MVH, hevur nú sett seymin í hurðina og av tí sama eru øll tey 14 starvsfólkini í fyritøkuni uppsøgd. Tað váttar stjórin, Jóan Magnus Johannesen fyri Rás2 í morgun.
Hann sigur, at hann tók við fyri hálvum ári síðani, og tá varð ein bjargingarætlan løgd. Men fyritreytirnar vístu seg ikki at halda. Virksemið hevur ikki verið nøktandi og tí máttu tey geva skarvin yvir.
Tey 14 starvsfólkini fingu uppsøgn í gjár, og einki virksemi er meiri í fyritøkuni.