Tað var tað, ein 35 ára gamal maður var dømdur, fyri at hava smekka eina fartelefon inn í ein vegg
Tað var tann 18. januar í fjør, at tveir menn komu til ilnar, eftir at hava ballast ein stóran part av degnum.
Teir vóru farnir til aðra bygd at eta og drekka øl, og tá teir so komu til húsa aftur, endaðu teir inni hjá órættaða.
Ákærdi maðurin greiddi frá, at órættaði byrjaði at briksla ákærda gamalt agg.
Hann greiddi frá, at órættaði lovaði at ringja eftir politinum, um ákærdi ikki slapp sær til dørs við tað sama. Teir fara út í gongina, har teir halda fram við at skeldast, og órættaði hvur slíkan skund at fáa ákærda út, at hann fær næstan ikki tíð at lata seg í skógvarnar.
Ákærdi sigur, at hann á veg út gjøgnum hurðina fær eitt dygt slag í ryggin, og hann heldur, at órættaði hevur sligið seg av makt í ryggin við telefonini, og at tað er tí, hon er brotnað.
Ákærdi greiddi frá, at tað var týðiligt merki í rygginum, sum hann hevði víst mammu síni. Hann segði, at hevði hann vitað, at sovorðið stríð stóðst av, hevði hanntikið mynd av merkinum í rygginum.
Órættaði segði, at teir vóru komnir upp at kjakast, men hann segði seg ikki minnast, hvat teir skeldaðust um.
Órættaði ringdi til politiið upp á eitt tíðspunkt, men hann var ikki púra vísur í, um hann var inni í kamarinum ella úti í gongini, tá tað hendi.
Hann segði, at ákærdi stillaði seg í hurðina við rygginum inn í gongina, og órættaði royndi at skumpa ákærda út. Men ákærdi vendi sær og skumpaði aftur ímóti, og trýsti órættaða inn í gongina.
Órættaði greiðir síðani frá, at hann fór innar í kamarið eftir fartelefonini fyri at ringja eftir politinum fyri aðru ferð.
Hann heldur, at telefonin lá inni í kamarinum, og tá hann tók hana fyri at ringja eftir politinum, tók ákærdi fartelefonina og smekkaði hana í veggin í gongini.
Tá politiið kom á staðið, vildi hann ikki melda fyri herverk, men vildi bara hava telefonina gjørda aftur.
Hann hevði fingið fartelefonina gjørda aftur, og tað kostaði 1.883 krónur.
Eitt annað vitni var til staðar hetta kvøldið og hann helt, at teir vóru báðir líka góðir um skeldaríið, og teir østu seg báðir meira og meira.
Hesin hevði verið við hinum báðum alt kvøldið, og hann greiðir eitt sindur øðrvísi frá hendingini.
Hann sigur, at tá skeldaríið byrjaði inni í kamarinum hjá órættaða, reistust teir báðir seg, og ákærdi tók órættaða í hálsin og helt eina løtu.
Teir fóru so út í gongina, og ákærdi letur seg í skógvarnar, og letur so úthurðina upp, men stendur í hurðagloppinum. Órættaði roynir at skumpa ákærda út, men hesin vendir sær og skumpar mótsattan veg.
Ákærdi slær tá órættaða í høvdið, og tá hesin ætlar at ringja eftir politinum, tekur ákærdi telefonina og smekkar hana í veggin.
Vitnið helt, at órættaði hevði havt telefonina í hondini frá tí, hann brúkti hana fyrstu ferð.
Ákærin, Camilla Dahl, mælti til fongsulsrevsing á 7 til 14 dagr í útgangsstøði, men revsingin kundi gerast treytað við tilvísing til samfelagstænastu.
Verjin, Fríða Patursson, mælti til frídøming, í øðrum lagi eina treytaða revsing á 7 til 14 dagar. Hon segði eisini, at ákærdi var sinnaður at fremja samfelagstænastu.
Dómurin ljóðaði upp á 14 dagar treytaða fongslusrevsing, og dómarin segði, at maðurin skuldi ikki gera samfelagstænastu.
Maðurin bað um umhugsingartíð.










