Seinnapartin í dag, tá tveir bilar komu koyrandi úr Skopun og heimeftir móti bygdini á Sandi, leyp eitt lamb út á vegin. Hendingin fór fram á landsvegnum nakað norðan fyri Meginskúlan á Sandi.
Førarin í fremra bilinum sá lambið og bremsaði, men førarin í aftara bilinum legði ikki beinanvegin til merkis, at fremri bilurin bremsaði so knappliga. Avleiðingin varð, at aftari bilurin rendi í reyvina á hinum fremra og endaði við síðuna av vegnum omanfyri.
Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur, at millum tey, sum vóru í aftara bilinum, var eitt 14 dagar gamalt barn. Av trygdarávum ynskti Landssjúkrahúsið, at tyrla varð send í Sandoynna eftir barninum.
- Vit vita ikki so nógv um óhappið, og vit vita ikki við vissu, hvussu nógv vóru í hvørjum bili. Men, soleiðis sum vit hava skilt, ynskti Landssjúkrahúsið at binda um heilan fingur og taka barnið norður við tyrlu, sigur vakthavandi.