14 Agenda kommunur umboðaðar á Kambsdali

Sum skrivað er í miðlunum í vikuni, hava næmingar og lærarar á Studentaskúlanum og HF-skeiðnum á Kambsdali havt evnisviku. Evnið hevur verið Agenda 21, og hava næmingarnir kannað hvat teirra egna kommuna ger á økinum, og hvat í framtíðini kann gerast við hetta. Av tí at teir skulu hava kannað viðurskiftini í síni egnu kommunu, hevur verið neyðugt at býtt flokkarnar sundur, fyri at seta teir saman eftir kommunu.
Kommunurnar, sum eru umboðarar á skúlanum eru allar á Eysturoy, meginparturin av Norðstreymoy og bróðurparturin av Norðoyggjum.
Ímillum kommunurnar, sum ganga á odda innan Agenda økið er Runavíkar Kommuna. Har eru m.a. barnagarðarnir farnir at skilja ruskið, fyri síðan at virka tað til við at kompostera, altso at gera lívrunnin evni til at blanda við mold. Fleiri kommunur eru, sum enn ikki hava fullfíggjaða kloakkskipan. Her er t.d. Hósvíkar Kommuna komin langt, við tað at tey hava frárensl frá nærum øllum húsunum. Drekkivatn er ikki ein trupulleiki longur, ei heldur eru gøtuljós ella burturkast.
Áhugaverd felags eyðkenni fyri kommunurnar eru, at næstan allar kommunur ætla at umskipa ella fáa til vega betri kloakskipan, reint drekkivatn og at skifta yvir til vind- ella vatnorku til at framleiða ravmagn. Tó eru tað tær fægstu kommunurnar, sum hava gjøgnumført hesi mál. Aloftast eru tað fíggjarligar forðingar, sum gera at tað ikki verður so lætt at føra hesar ætlanir út í lívið.
Tó kann sigast, at Agenda virksemi ongantíð hevur verið eins viðkomandi og stórt í Føroyum og júst nú. Kommunufelagið hevur starvsett Agnar Jensen til at arbeiða við Agenda 21 burturav, til m.a. at halda fyrilestrar og kunna um Agenda 21.
Ein heimasíða (http://agenda.signar.net) er gjørd í samband við evnisvikuna, sum kunnar um Agenda 21 arbeiðið í umboðaðu kommunum á skúlanum.