Leygarkvøldið kl. 20 er avgerðin fallin, hvørt Gøta og Leirvík skulu leggja saman ella ikki.
Kl. 10 lata valhølini á báðum støðum upp, og tá sleppur bygdarfólkið at siga sína hugsan um hetta málið.
Spurningurin, sum støða skal takst til er hesin einfaldi: Taka tygum undir við, at Gøtu Kommuna og Leirvíkar Kommuna verða lagdar saman í eina kommunu? JA ella NEI!
Bygdaráðini bæði hava frammanundan sagt seg vera sinnað fyri eini slíkari loysn, men ynsktu fyrst at spyrja borgararnar eftir, áðrenn endalig avgerð varð tikin.
Nógv hevur verið tosað og tjakast um hetta evnið í báðum bygdunum. Onkur heldur kanska at ov stutt er fráliðin, síðani fráboðanin kom til endalig støða nú skal takast. Tey høvdu ynskt sær betri tíð til líkasum at sodna hesa ætlan.
Men leygardagin 9. september er kortini dagurin, tá 740 veljarar í Gøtu kommunu og 640 veljarar í Leirvíkar kommunu skulu til valhølini.
Fyri mong er hetta fyrstu ferð at tey sleppa til eina slíka atkvøðugreiðslu. Samstundis kann hetta gerast seinasta ferðin at tey sleppa á val í teirra respektivu kommunu.
Gongur soleiðis sum tendensurin er millum bygdarfólkið og í kommununi, so fara báðar kommunurnar at hvørva sum sjálvstøðugar kommunur.
Ístaðin verða tær at rokna sum ein kommuna í framtíðini, tá allir formalitetur og paragraffir eru fingnar frá hond.
Tvey alternativ
Á báðum bygdum byrjar atkvøðugreiðslan kl. 10 og endar kl. 20. Eftir tað byrjar so uppteljingin av atkvøðunum.
Måns Persson, formaður í valstýrinum í Gøtu sigur, at tað vanliga plagar at ganga skjótt at telja upp atkvøður har í samband við til dømis løgtingsval.
Tá tekur tað meiri tíð at deila atkvøðurnar út til teir ymisku flokkarnar og valevnini. Men hesaferð er munandi lættari.
- Nú eru bara tvey alternativ ja ella nei. So tí rokni eg við, at vit hava okkara úrslit klárt longu um hálvgumníggju-tíðina, sigur hann.
Í Gøtu búgva annars 1068 fólk og í Leirvík 865. Uppá seg hevur Leirvík fleiri veljarar enn Gøta.
Ivi
Mesti spenningurin er kanska um valið í Leirvík, har fólk hava verið munandi meiri ivasom um hvat tey skuldu velja enn fólkini í grannakommununi.
Meðan ein væntar nærum 100 % undirtøku í Gøtu fyri samanleggingini, rokna menn varliga við at millum 15 og 25 % av leirvíkingum fara at siga nei til uppskotið.
Leygarkvøldið fáa vit so svar uppá tann spurningin.