138 vørunummur í útboði

Krás letur vørur til 58 handlar kring um landið, og størsta einstaka vøran er malið oksakjøt

HÓSVÍK

Merko, Samkeyp og nakrir FK handlar.
Tað er í stórum teir føstu og størstu keypararnir, sum matvøruvirkið Krás í Hósvík hevur. Aftrat hesum koma so matstovur, størri kioskir og aðrir avtakarar, sum eitt nú stevnur og festivalar.
Alberg Gaardlykke sigur, at handlarnir, sum eru í ketuni hjá Krás, eru 58 í tali, og tað eru umleið 60 ymiskar vørur, sum regluliga fara út til hesar handlar og kioskir.
- Hetta eru allar tær fesku vørurnar, eitt nú malið oksakjøt, malið svínakjøt, kjøtfars og búffar. Størsta einstaka vøran er malið oksakjøt.
Men samlaða talið av vørusløgum hjá Krás er tó nógv størri enn 60. Talan er nevniliga um tilsamans 138 vørunummur, sum matvøruvirkið framleiðir.
- Teir tríggir føroysku variantarnir av viðskera eru rullupylsa, skinsakjøt og kjøtpylsa, sigur Alberg Gaardlykke.
Í aðrari grein fara vit at venda aftur til vælumtóktað livurposteiið, sum Krás ikki minst er kent fyri kring um í flestu føroyskum heimum.