138 druknað í ferjuvanlukku í Kongo

Í minsta lagi 138 fólk druknaðu, tá ein ferja holvdist á einari á í kongolesiska landspartinum Bandundo, sum er einar 300 kilometrar eystan fyri høvuðsstaðin Kinshasa. Ein talsmaður fyri løgregluna sigur, at sambært teimum fyrstu kanningunum vóru alt ov nógv fólk við ferjuni.

Nógv teirra dugdu ikki at svimja, og fyribils hevur løgreglan fingið staðfest, at 138 fólk eru deyð.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at ferjur eru holvdar á áunum í Kongo, tí ov nógv fólk hava verið umborð. Í fjør doyðu 73 fólk, tá ein ferja holvdist á ánni Mai Ndombe, sum eisini er í Bandundo-landspartinum.