Allir flokkar uttan Nýtt Sjálvstýri valdu at stilla fólk undir 30 ár upp til løgtingsvalið.
Misjavnt var, hvussu teimum royndist og meðan onkur av teimum fekk væl yvir 100 atkvøður, fingu onnur undir 50.
Sólvit Nolsøe, sum var uppstillaður fyri Fólkaflokkin fekk flest atkvøður, við sínum 162. Næstur var einasta unga umboðið á tingi, Hanus Samró, við 145 atkvøðum. Síðani koma Kristina Clementssen hjá Tjóðveldi við 136 og Bjarni Kárason Petersen við 135. Sigast má tó, at tað eru tey bæði seinnu, sum hava bestu útlit at fáa fundarboð í løgtinginum.
Bjarni Kárason Petersen gjørdist nummar fýra á listanum hjá Framsókn. Um flokkurin endar í samgongu, er ikki óhugsandi, at flokkurin eisini fær eitt landsstýrisfólk. Sostatt er væntandi, at trý tey fremstu á listanum antin eru løgtingslimir ella landsstýrisfólk og Bjarni Kárason Petersen verður tí 1. varalimur fyri flokkin.
Kristina Clementsen gjørdist nummar 13 á Tjóðveldislistanum. Flokkurin fekk sjey umboð í løgtingið og hevur eitt umboð í Fólkatinginum. Um flokkurin endar í landsstýrinum er hugsandi, at flokkurin eisini fær trý landsstýrisfólk. Sostatt verða 11 tey fremstu á listanum antin løgtingslimir, fólkatingslimir ella landsstýrisfólk. Tað ger, at Kristina, nummar trettan, verður 2. varafólk, um onkrum av hinum skuldi borist frá at møtt, eftir Petur Háberg, sum sjálvur einans er 33 ára gamal.
Tey undir 30, sum stillaðu upp til valið, vóru hesi:
1. Sólvit E. Nolsøe, Fólkaflokkurin. 162 atkvøður, nummar 11 á listanum.
2. Hanus Samró, Fólkaflokkurin. 145 atkvøður, nummar 12 á listanum.
3. Kristina Clementsen, Tjóðveldi. 136 atkvøður, nummar 13 á listanum.
4. Bjarni K. Petersen, Framsókn. 135 atkvøður, nummar 4 á listanum.
5. Jógvan í Skorini, Tjóðveldi. 113 atkvøður, nummar 15 á listanum.
6. John av Reyni, Javnaðarflokkurin. 102 atkvøður, nummar 18 á listanum.
7. Sunneva H. Eysturstein, Framsókn. 100 atkvøður, nummar 7 á listanum.
8. Oda Strøm, Javnaðarflokkurin. 80 atkvøður, nummar 21 á listanum.
9. Ása H. Christiansen, Framsókn. 78 atkvøður, nummar 9 á listanum.
10. Eyðbjartur Skaalum, Sambandsflokkurin. 72 atkvøður, nummar 18 á listanum.
11. Lív Justinussen, Miðflokkurin. 66 atkvøður, nummar 6 á listanum.
12. Tór Marni Weihe, Tjóðveldi. 43 atkvøður, nummar 22 á listanum.
13. Tummas Larsen, Fólkaflokkurin. 41 atkvøður, nummar 21 á listanum.
14. Anna Falkenberg, Sambandsflokkurin. 38 atkvøður, nummar 22 á listanum.
15. Árni G. Nielsen, Sambandsflokkurin. 27 atkvøður, nummar 23 á listanum.
16. Rasmus Hammer, Miðflokkurin. 24 atkvøður, nummar 15 á listanum.