Hagstovan skrivar, at hetta kemst serliga av løn í botnfiskiveiðu, sum seinastu 12 mánaðirnar er vaksin við næstan 60 prosentum samanborið við undanfarna tíðarskeið.
879 milliónir krónur, ella 6,9 prosent, fleiri lønarkrónur vórðu útgoldnar í tíðarskeiðinum frá februar 2025 til januar 2026 samanborið við undanfarnu 12 mánaðirnar.
Løn í botnfiskiveiðu eigur slakan fjórðapart av lønarvøkstrinum
Talvan niðanfyri vísir A-skattaðu lønirnar á ovasta stigi eftir vinnugreinaflokkingini NACE fyri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við 12 mánaðir frammanundan. Størsta vøkstur í krónum átti "Landbúnaður, skógrøkt og fiskiveiða", sum átti meira enn triðingin av vøkstrinum. Verður hendan vinnugreinin útgreinað, sæst at vøksturin er serliga stórur í botnfiskiveiðu, har útgoldnu lønirnar vóru góðar 200 milliónir krónur ella 57 prosent størri seinastu 12 mánaðirnar samanborið við undanfarna tíðarskeið.
Almennu vinnugreinarnar "Heilsu- og Almannaverk" og "Almenn umsiting og verja; lógarkravdar almannaveitingar" hava eisini havt stóran vøkstur við ávikavist 112 milliónum krónum, ella 6 prosentum, og 85 milliónum krónum, ella 5 prosentum.
##med2##
Miðallønin hjá kvinnum triðingur lægri
Í januar var mánaðarliga miðallønin fyri hvønn persón 34.582 krónur. Hetta eru 2,6 prosent hægri samanborið við sama mánað í fjør. Kvinnur fingu 28.805 krónur í miðal, sum eru 28 prosent lægri enn miðallønin hjá monnum, sum var 39.983 krónur. Samanborið við sama mánað árið fyri er útgoldna miðallønin vaksin við 2,8 prosentum hjá kvinnum og 2,5 prosentum hjá monnum. Gev gætur, at tað ikki verður tikið hædd fyri arbeiðstíð, tá miðallønin verður roknað. Hon verður roknað við at býta samlaðu lønina við tal av persónum, sum fáa løn.
Búsitandi í Sandoyar øki høvdu størsta vøkstur við 16,7 prosentum. Búsitandi í Suðuroyar og Suðurstreymoyar økjum høvdu minsta lønarvøkstur við 5,7 prosentum.
Meira útgreinaði lønarhagtøl um øki eru á økissíðunum: Norðoya øki, Eysturoyar øki, Norðstreymoyar øki, Suðurstreymoyar øki, Vága øki, Sandoyar øki, Suðuroyar øki.











