136 hval lagt beinini

Grindin, sum var funnin út fyri Skálhøvda fyrrapartin hevur nú lagt beinini í Húsavík.

 

- Tað gingu um 25 minuttir frá tí at fyrsti hvalurin varð hildin til, til hin seinasti hevði lagt beinini, sigur Bjarki Magnussen, grindaformaður.

 

Hann metir, at talan er um 130 hval, sum hava lagt beinini.

 

- Tað skuldi bara havt verið meira til av hesum nýggju mønustingarunum, teir eru óførir, sigur Bjarki Magnussen.

 

Hann heldur, at tað mundu vera einir 15-20 bátar við í rakstrinum, og við bátum og monnum á sandinum mundi tað liggja um 200 mans.

 

- Nú verður so farið undir at merkja, og so vænti eg, at tað verður býtt sum vant til alla oynna, sigur Bjarki Magnussen.