Eftir at hava sitið innistongdir í trettan tímar vórðu 1.350 suðurafrikanskir námsarbeiðsmenn bjargaðir í morgun Menninir høvdu sitið innistongdir í náminum eftir eitt óhapp í einum gullnámi í gjár.
Enn eru fleiri hundrað menn eftir niðri í náminum, men ein talsmaður hjá námsfelagnum sigur, at bjargingararbeiðið gongur væl, og at hinir menninir verða eisini fingnir upp úr náminum.
Umleið 3.000 menn vóru niðri í náminum tveir kilometrar undir jørð, tá tann elektriska skipanin fór.









