135 milliónir í avlopi

DAGFØRT: Føroya Banki hevur økt yvirskotið í 2009 við 34 prosentum upp í 135 milliónir krónur. Tað boðar bankin danska virðisbrævamarknaðinum frá í dag.

Varni framferðarhátturin hjá bankanum loysir seg framvegis. Ársroknskapurin hjá Føroya Banka vísir eitt úrslit á 156 milliónir áðrenn kursreguleringar og gjald til danska statin fyri bankapakkarnar.

Hetta er átta milliónir krónur minni enn væntað í ársroknskapinum fyri 2008. Frávikið stavar frá øktum niðurskrivingum í fjórða ársfjórðingi.

Inntøkurnar frá banka- og tryggingarvirksemi vuksu við 24 prosentum, úr 401 millión upp í 497 milliónir krónur.

Sostatt heldur góða gongdin hjá Føroya Banka seinnu árini framm. Solvensurin er vaksin til 26,2 prosent frá 20,6 prosentum við ársbyrjan, og likviditeturin var næstan hálvatriðju ferð størri enn lógarkravið.

Bankin væntar, at 2010 verður eitt skiftisár, tó at tað sær jaligt út í løtuni.

- Væntanin fyri 2010 eru merktar av, at tað upp á fleiri mátar verður eitt skiftisár fyri bankan. Ársúrslitið fyri 2010 væntast at liggja millum 150 til 190 milliónir krónur, svarandi til vøkstur upp á 35 - 70 prosent frá 2009. Ein møguligur vinningur frá ætlaðu søluni av Bakkafrost í fyrstu árshálvu 2010 er ikki íroknað tá, sigur bankin í ársfrágreiðingini.

- Skiftisárið verður merkt av íløgum í integratión av bankaplatformunum í teimum trimum londunum, av útreiðslum frá skiftinum av føroyska bankapartinum frá heimliga KT-platforminum til SDC, av niðurskrivingum á útlánspartinum og útreiðslum í samband við bankapakka I. Bankin væntar at útreiðslurnar vaksa 50 - 55 prosent í 2010.