135 børn og ung á bíðilista

Í løtuni standa ikki færri enn 135 børn og ung undir 18 ár, á bíðilista at sleppa til sálarfrøðing, og kanska í sálarfrøðiliga viðgerð.

Tað upplýsir Karsten Hansen, landsstýrismaður, nú Jógvan Skorheim, sum sat í tinginum fyri Sjálvstýrisflokkin, hevur spurt hann, hvussu støðan er á økinum.

Men landsstýtrismaðurin sigur, at støðan er batnandi, tí játtanin á fíggjarlógini til økið, er hækkað.

Fyri einum ári síðani stóðu 161 børn og ung undir 18 ár á bíðilista.

- Hóast 79 børn og ung afturat vórðu skrivað upp til viðtali í fjør, er bíðilistin sostatt komin niður á 135 børn og ung.

Men umframt børn og ung, eru eini 60- 70 fólk á bíðilista til sálarfrøðiliga viðgerð.

- Av hesum eru tað eini 20 fólk, sum bíða eftir at sleppa til eina kanning fyri demens og 20 onnur fólk, sum bíða eftir at sleppa til víðari kanningar fyri tilstandir, tey hava havt, síðani tey vóru børn, eitt nú illgruna um ADHD ella autistismu, sum tey ella onnur ikki hava verið varug við, fyrr enn tey eru blivin vaksin.

Hinvegin vísir landsstýrismaðurin á, at tað er ikki so einfalt at siga, hvussu long bíðitíðin er, tí er støðan mett at vera átrokandi, verða fólk tikin til kanningar uttan stórvegis bíðitíð, men onnur bíða í longri tíð.

- Í einstøkum førum kann bíðitíðin verða fleiri mánaðir, eitt nú tá ið talan er um ADHD og aðrar tilstandir, fólk hava havt alt lívið, men sum ljós nú verður varpað á.

Karsten Hansen heldur, at bíðitíðin hjá børnum og ungum er ov long og tí er játtanin hækkað við tí endamáli at fáa bíðitíðina niður á eitt nøktandi støði, sum hann málber seg.