Í minsta lagi 133 fólk eru deyð og umleið 225 onnur eru løgd inn á sjúkrahús, eftir at tey hava drukkið ólógligt heimabryggj í India. Tilburðirnir eru farnir fram í samband við tvær ymiskar hendingar.
Tað upplýsa myndugleikarnir í India í dag sambært tíðindastovuni AP.
Í gjár segði heilsumálaráðharrin í Assam, sum liggur í landnyrðingspartinum av India, at deyðstalið eftir hendingarnar var komið upp á 84. Men, við stuttum millumbilum fingu myndugleikarnir fráboðanir um enn fleiri deyðsføll og innleggingar ymsastaðni í økinum.
- Higartil eru umleið 225 fólk løgd inn á sjúkrahús, og hjá fleiri av hesum er støðan álvarslig, segði Himanta Biswa Sarma, heilsumálaráðharri, leygardagin.
Offrini í einari av mest deyðiligu vanlukkum, sum hevu tilknýti til ólógligt alkohol í søguni hjá India, er serliga kvinnur, sum arbeiddu í te-plantasjum í økjunum, sum verða rópt Golaghat og Jorhat í landslutinum, Assam.
Sambært AP høvdu kvinnurnar júst fingið sína vikuløn.
Assam er tann landslutur í India, sum framleiðir størstu nøgdirnar av te, og í Assam eru fleiri enn 1000 te-plantasjur, sum eru veitarar av meira enn helminginum av allar te-framleiðslu í landinum.
Tey, sum doyðu, høvdu drukkið kemikaliu við metanol, sum leypir á meginnervalagið. Hetta hendi hósdagin, og dagarnar eftir doyðu fleiri av hesum, tey høvdu drukkið. Fram til seinastu nátt var talið av deyðum komið upp á 133.
- Eigarin av lokala bryggjarínum er saman við 13 øðrum handtikin, upplýsir løgreglustjórin í økinum, Mukesh Agarwal. Hann leggur aftrat, at fleiri saktans kunnu vera partur av teirri vanlukku, sum hevur rakt økið.
Heilsumálaráðharrin í økinum, Himanta Biswa Sarma, segði í morgun, at tey fara at gera alt fyri at finna út av, hvørji fólk hava tilknýti til framleiðslu og sølu av hesum ólógliga eiturdrykki, sum hevur verið so mongum at meini.
Tað eru minni enn tær vikur síða, at fleiri enn 100 fólk doyði í einum øðrum øki í norðrara parti av India, eftir at tey høvdu drukkið alkohol, sum er framleitt ólógliga.
Javnan hendir tað, at indarar doyggja av at drekka heimabryggj, tí tey eru mong, sum ikki hava ráð at fara í handlarnar at keypa, og tískil í staðin keypa heimbryggj frá framleiðarum, sum ikki framleiða undir skipaðum viðurskiftum.









