132 elbilar skrásettir í Føroyum í ár

Næstan 10. hvør nýggi bilur, sum er seldur í ár, var ein el-bilur

Tað vísir nýggjasta uppgerðin hjá Akstovuni fyri akfør skrásett ársins fyrstu sjey mánaðir.

 

Tann 1. januar í ár vóru 321 el-bilar skrásettir í Føroyum. Sjey mánaðir seinni tann 1. august vóru teir 453 í tali. Tað merkir, at vøksturin hevur verið 132 bilar ella ein vøkstur í talinum av elbilum upp á 41,1 prosent.

 

Tilsamans eru seldir 1685 bilar í Føroyum ársins fyrstu sjey mánaðir. Av teimum eru sum nevnt 132 elbilar, og tað svarar til, at 9,1 prosent av bilunum, sum vórðu seldir í ár, eru el-bilar – ella at næstan 10. hvør seldi nýggi bilur er elbilur.

 

Tilsamans eru skrásett 41.097 akfør í Føroyum, tá øll akfør eru íroknað, eisini viðfestisvognar, kampingarvongar og onnur akfør uttan motor og motorsúkklur og prutl.

 

##med2##

 

Um vita bara telja við sjálvkoyrandi akfør uttan motorsúkklur og prutl, so eru tilsamans 33.687 bilar í Føroyum.

 

Tað merkir, at 1,3 prosent av bilunum í Føroyum eru el-bilar.