Nú byrjar summarið at nærkast og við tí koma tónleikatiltøkini og festivalarnir. Eitt av fyrstu tónleikatiltøkunum er Voxbotn, sum vanliga hevur verið sera væl umtókt. Seinastu árini hevur verið útselt og í ár er einki undantak. Í ár hevur tó longu verið útselt í fleiri mánaðir, hóast Vobotn ikki verður fyrr enn 24. juni.
Onkur eru, sum hava atgongumerki til yvirs og tí selja tey millum annað í Facebook-bólkinum, Rótikassin. Í gjár bleiv eitt atgongumerki selt fyri 1300 krónur, meðan eitt annað fór fyri 980 krónur. Vanligur prísur á atgongumerkinum hevur annars verið 650 krónur.
Enn er altso yvir ein mánaður til Voxbotn verður, so ilt er at ímynda sær, hvat prísurin man fara at blíva, tá tíðin fer at nærkast og fólk fara at gerast enn meiri ótolin eftir at tryggja sær eitt atgongumerki til tiltakið, sum altso hevur verið útselt í fleiri mánaðir longu.