Umleið 1300 fólk hava sæð leikin um Edith Piaf, sum síðan 14. oktober hevur verið sýndur í Sjónleikarhúsinum. Hetta er umleið so nógvir áskoðarar, sum fyrireikararnir frammanundan høvdu vónað, fóru at koma til leikin.
- Vit hava verið stak væl nøgd við undirtøkuna, tí vit lýstu beinanvegin, at vit fóru at spæla 20 ferðir, og tað er nokkso nógv í sjónleika høpi, sigur Oddvá Nattestad, leiðari í Sjónleikarhúsinum.
- Vanliga lýsir man við, at leikurin verður sýndur nakrar ferðir, og so fær man at síggja hvussu tað gongur, greiðir hon frá.
- Hetta var ein roynd hjá okkum, fyri at fólk skuldi hava møguleika at planleggja, nær tey fara til sjónleik. Tað hevur víst seg, at vit hava haft sera nógvar bólkar, bæði frá virkjum, skúlum og pensjónistafeløgum.
Oddvá Nattestad heldur, at tað hevur virka væl at haft so nógvar sýningar.
- Vit kundu kanska haft konsentrerað tað til nakrar færri sýningar, tí tað er bert pláss fyri 120 fólkum hvørja ferð. Men eg haldi, tað er gott, at vit kunnu gera tilboð til fólk og bólkar soleiðis, at tey kunnu planleggja.
Kritikkur og rós
Tey í Sjónleikarhúsinum eru eisini væl nøgd við tað, tey hava hoyrt aftur frá áskoðarunum. Summir áskoðarar hava sagt, at tey vóru sera væl nøgd, men onnur hava sagt, at leikurin ikki var akkurát soleiðis, sum tey høvdu væntað.
- Tá fólk hava funnist at, hevur tað altíð verið nakað, sum vit kunnu fáa nakað burturúr. Teirra kritikkur hevur kunnað givið okkum íblástur, til tá vit skulu avgera, hvat vit skulu gera framyvir, sigur Oddvá Nattestad.
- Tað, sum er áhugavert við sjónleiki, er tá man fer á pallin, og tað er eitt samanspæl millum áskoðaran og leikararnar. Við hvørt er tað fantastiskt. Tað var til dømis ein fantastisk sýning í gjárkvøldið. Í morgun fingu vit ein teldupost frá einum áskoðara, sum kallar leikin fantastiskan og takkar fyri upplivilsið.
Krevjandi leikur
Leikurin er ein av teimum heilt stóru, sum hava verið í Sjónleikarhúsinum, og av tí at sjálvur leikurin er heilar tveir tímar og 20 minuttir, er hetta ein sera krevjandi verkætlan.
- Tað krevur at fólk nýta nógva orku og nógva tíð uppá tað. Eg haldi at tað er fantastiskt, at fólk vilja stilla upp til tað. Vit hava vant líka síða 24. august, so tað hevur eisini bundið tey yvir langa tíð, sigur Oddvá Nattestad.
- Tað hevur kravt øðiliga nógv av øllum, sum hava verið við. Tað hevur verið strævið, men tað hevur eisini verið øðiliga spennandi.