Tað tykist ikki sum, at føroyingar fáa nokk av Lukas Graham. Ungi danin var á palli á Summar Festivalinum, har hann hevði eina av bestu framførslunum í einum føroyskum festivali í ár.
Men hóast tað einans eru nakrar fáar vikur síðani, at Lukas Graham var á palli í Klaksvík, so er tað ovurhonds stórur áhugi fyri konsertina hjá honum í Havn 24. oktober.
Tá forsølan byrjaði til konsertina klokka 16 í dag, var Torgið í SMS fult av fólkum, ið vildu tryggja sær atgongumerki. So stórur var gravgangurin, at at forsølan varð flutt úr Vodafone handilin og út á Torgið.
Tað tók eisini einans tveir tímar til tey 1300 atgongumerkir, ið vórðu til sølu á Torginum, og í Runavík, vórðu seld.
Tað er tó enn ein møguleiki at ogna sær atgongumerkir til konsertina. Vodafone boðar nevniliga frá, at 400 atgongumerkir verða sett til sølu á netinum seinni í kvøld. Sostatt fáa fólk ein síðsta møguleika at ogna sær eitt atgongumerki til allarhelst størstu einstøku konsertina í Føroyum í ár.