130 ung hitta ungdóm úr øllum heiminum

Meðan ein stórur partur av føroyingum halda ólavsøku í Føroyum, fara aðrir føroyingar á ungdómslegu í Norðurtýsklandi. Í døgunum 28. juli til 4. august verður nevniliga tiltakið TeenStreet, ið er ein altjóða lega fyri trúgvandi tannáringar. Legustaður er Oldenburg, og væntandi verða eini 4000 onnur ung til hesa leguna, sum verður hildin á 15. sinni.

Evnið á leguni er ?Smitta tey, sum tú ert ímillum? og verður hetta lýst á ymiskan hátt.

- Vit ynskja at geva tannáringunum dirvi at verða ein avgerandi ávirkan á tey menniskjuni, sum tey koma í samband við. Tí vilja vit eggja teimum at ávirka fólk rundan um seg gjøgnum teirra lív og teirra vitnisburð, verður sagt undan stóru ungdómsleguni.