130 ára gamal metseljari

Meir enn 130 ár eftir at hann doyði, liggur franski høvundurin Alexandre Dumas, hann sum skrivaði Teir tríggir Musketerarnir, ovast á metseljaralistum við spildurnýggjari skaldsøgu.

Tað var Dumas-granskarin Claude Schopp, sum av tilvild fekk frænir av, at Dumas var í ferð við at skrivað handritið til eina skaldsøgu, tá hann doyði í 1870. Handritið til bókina Le chevalier de Saint-Hermine er ongantíð útgivið fyrr, men partar av tí stóðu at lesa sum framhaldssøga í einum fronskum blað um tað mundi  tó uttan at nakar visti, at hetta var byrjanin til eina skaldsøgu.
Le chevalier de Saint-Hermine er eitt klassiskt Dumas ævintýr, sum ferð fram í Fraklandi fyrstu árini undir Napoleon. Eitt av hæddarpunktunum er ein blóðug lýsing av slagnum við Trafalgar, har lesarin millum annað fær at vita, hvør, sambært Dumas, veruliga skjeyt admiral Nelson. At søgan í ávísan mun er ein sjálvævisøga tykist lítil ivi vera um. Pápi Dumas var nevnliga ein av rivalunum hjá Napoleon, og søgan lýsir ein ungan mann, sum hevnir pápa sín, sum er vorðin vanærdur av einum krígssinnaðum einaræðisharra.
Nýggja Dumas verkið hevur fingið framúr góð ummæli. Tað er heldur ikki á hvørjum degi, at  bókaelskarar fá eina fyrstu útgávu av einum stórmenni innan franskar bókmentir í hondina.