130 myrdu Oluf Palme

Enn hevur svenska løgreglan ikki uppklárað morðið á forsætisráðharran, Oluf Palme, fyri 25árum síðani

Árni Joensen

Tað stendur ikki á hjá løg­regl­uni at finna fólk, sum eru til reið­ar at játta seg sek. Blaðið Dag­ens Nyheter skrivar, at síð­ani løg­­regl­an fór undir at kanna morð­ið, hava ikki færri enn 130 fólk viðgingið, at tey myrdu Palme.
Svenska løgreglan á­sann­ar, at ofta er lítið høpi í teim­um upp­lýs­ing­um, sum fólk koma við, men enn vónar hon, at onk­ur fer at koma við tí, sum kann loysa gátuna. Stig Ed­qvist hjá løg­regl­uni, sum hevur arbeitt við Palme-morð­i­num í 14 ár, ásannar í sam­røðu við Dagens Nyheter, at tað er ikki altíð líka hugligt at ar­beiða við einum tílíkum máli.
Løgreglan hevur skrivað frágreiðingar um øll tey 130, sum hava sagt, at tey myrdu Palme. Men løgreglan trýr ongum teirra. Tann einasti, sum kundi sannføra løgregluna um, at hann var drápsmaðurin, var Christer Pettersson. Hann bleiv eisini dømdur, men varð seinni fríkendur. Í 2004 segði Christer Pettersson, at hann hevði okkurt, sum hann ætlaði sær at siga eftirkomarunum hjá Palme, men hann doyði av heilsbløðing, áðrenn hann fekk sagt tað.