Danmark
Jákup Mørk
Tíðliga í heyst ljóðaði, at enska stórfelagið, Arsenal, skuldi vera til reiðar at leggja umleið 60 mió.kr. á borðið fyri suðurafrikanska álopsmannin hjá FCK, Sibusiso Zuma.
Hetta varð tó av ongum, men tað merkir ikki tað sama sum, at einki hald var í tíðindunum. Tvørtur ímóti hevur venjarin hjá Arsenal, Arsene Wenger, váttað, at hann hevur áhuga í Zuma, men orsakað av trupulleikum við arbeiðsloyvinum bar ikki til at keypa álopsmannin.
Virðið hækkar
Støðan í Onglandi er nevnliga tann, at skulu leikarar úr londum uttan fyri ES fáa sáttmála, krevst at teir lúka ávís krøv, og eitt av hesum er, at leikarin skal hava leikt ein ávísan part av seinastu landsdystunum hjá tjóð sínari.
Hesa treyt kundi Zuma ikki uppfylla í heyst, men umboðsmaður hansara boðar nú frá, at verður Zuma á liðnum hjá Suðurafrika, tá Africans Nations Cup verður leikt í januar/febrar, so lýkur hann bretsku krøvunum.
Hetta hevur aftur økt um áhugan fyri Zuma, og tað eru ikki smávegis upphæddir, sum tað nú verður tosað um.
Eitt nú sigast Arsenal, Sunderland og Leeds vera til reiðar at leggja heilar 130 mió.kr. á borðið, so líkt er nú til, at Todi Jónsson í vár verður ein álopsfelaga fátækari, meðan FCK fær 130 mió.kr. meira í rokaða pengakassan.
Mynd av Zuma
Fleiri ensk feløg sigast vera til reiðar at leggja 130 mió.kr. á borðið fyri at keypa Sibusiso Zuma frá FCK