130 fólk á bíðilista í Havn

Tað er langur bíðilisti eftir at sleppa á ellis- og røktarheim í Havn

Tað standa yvir 130 fólk á bíðilista eftir at sleppa inn á ellis- og røktarheim í Havn.

 

Tað vísa tey nýggjastu tølini hjá Sosialu Deild hjá Tórshavnar Kommunu, skrivar sosialurin hetta vikuskiftið.

 

Sostatt kann staðfestast, at hóast Tórshavnar Kommuna akkurát hevur bygt nýggjan, stóran bústovn til eldri, Boðanesheimið, hevur tað bara tikið broddin av tørvinum.

 

Á Sosialu Deild hjá Tórshavnar Býráð, verður staðfest, at har standa yvir 130 fólk á einum lista yvir fólk, sum hava tørv á at sleppa á ellis og røktarheim.

Av teimum hava 60 fólk ein bráðneyðugan tørv á at sleppa á eitt heim.

 

Harafturat stand 35 minnisveik fólk á bíðilista, sum hava tørv á at sleppa á á heim fyri minnisveik.

Av teimum verður mett, at 19 hava bráðneyðugan tørv á at fáa búpláss á heimi fyri minnisveik.

 

Harafturat verður mett, at 41 fólk standa á bíðilista yvir fólk, sum hava tørv á at sleppa á røktarheim og av teimum  hava 24 fólk bráðneyðugan tørv at sleppa á eitt heim, sigur Sosiala deild.

 

Men tey hava eisini ein lista fyri fólk, sum hava tørv á at sleppa á ellisheim. Á tí listanum standa gott 60 fólk og av teimum verður mett, at 17 fólk hava bráðneyðugan tørv á at sleppa á ellisheim.

 

Hetta er ein bólkur av fólki, sum klára seg nakað sjálvi, men har tað er neyðugt við hjálp til ymisk viðurskifti, men har tað verður mett, at tey eiga at vera á ellisheimi, skrivar Sosialurin