130 fólk búðu á Slættanesi

Tá fólkatalið á Slættanesi var størst árini 1945-1950, búðu ikki færri enn 130 fólk í 12 húsum. Sløk 15 ár seinni fluttu seinastu fólkini úr bygdini

SLÆTTANES

Slættanes var niðursetubygd. Tey fyrstu fólkini búsettust har í 1835. Tann fyrsti niðursetumaðurin kallaðist Heindrikkur Thomasen.
Tá bygdin var størst í umleið 1945-1950 búðu 130 fólk á Slættanesi. Húsini vóru 12 í tali. Fólki livdi av útróðri og landbúnaði, eitt nú neytahaldi, seyðahaldi og eplavelting.
Sambært keldum varð postskiftisstøð skipað á Slættanesi seinast í 1930-unum – ella í umleið 1940. Fyri ta tíð tóku slættanesmenn, sum fóru til Vestmannar í eitt nú handilsørindum, farandi post við sær og heintaðu samstundis komnan post til fólkið á Slættanesi á posthúsinum í Vestmanna.
Postbáturin Ólavur fór á sumri í 1948 at sigla millum Vestmanna og Slættanes. Báturin sigldi tveir dagar um vikuna, mikudag og leygardag.
Slættanes er brimpláss, og um veturin varð ofta bíðað eftir tí rætta sjóvarfallinum. Viðraði ikki tann dagin, tá postbáturin skuldi koma, kom hann í staðin, tá tað viðraði.
Tey fyrstu fimm árini kom posturin beinleiðis frá posthúsinum í Havn umborð á postbátin í Vestmanna, men eftir hetta varð postskiftisstøðin á Slættanesi løgd undir posthúsið í Vestmanna.
Henda skipan hevur helst verið galdandi, til postskiftisstøðin á Slættanesi varð latin aftur í 1964.
Tey seinastu fólkini fluttu av Slættanesi í 1965. Síðan tá hevur bygdin verið frítíðarstaður hjá fólki, ið eru ættað av Slættanesi ella fólki, sum hava havt tilknýti til bygdina.
Kelda til hesar reglur um Slættanes er Vilhelm Johannesen, sum hevur skrivað um postsøguna hjá Slættanesi fyri táverandi Postverk Føroya.