130 dunnur til bygdarfólkið

Jólamenninir, sum vóru í Skálavík leygardagin, býttu út 130 dunnur og 85 eskjur við karamellum.

Í Skálavík verður nógv gjørt burtur úr, tá jólaskipið kemur til bygdar. Soleiðis var eisini, tá jólaskipið við nógvum jólamonum umborð legði til bryggju klokkan 17 leygardagin.

 

Umframt, at jólapakkar vórðu býttir út, og jólamenn síðan bjóðaðu øllum niðan á Hotel Skálavík til pitsabuffét, fóru jólamenn eisini kring um í bygdini við jólagávum til alt bygdarfólkið.

 

In.fo hevur spurt borgarstjóran í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, hvat jólamenninir góvu bygdarfólkinum.

 

- Jólamenninir býttu út 130 dunnur og 85 eskjur við karamellum til bygdarfólkið. Haraftrat fingu øll trý ellisheimini í oynni tríggjar dunnur í part umframt karamellur, sigur borgarstjórin.