130 børn og ung á veitslu í Leirvík

Fótbóltsfelagið Víkingur skipar í kvøld fyri veitslu í Leirvík, og ikki færri enn 130 børn og ung eru við.

 

Fótbóltsfelagið Víkingur skipar fyri víkingaveitslu fyri børnum úr 1.-8. flokki í kvøld frá klokkan 18 til 21.

 

Tá freistin at tekna seg til veitsluna var úti í gjár, høvdu ikki færri enn 130 børn og ung boðað frá, at tey verða við.

 

Veitslan verður í Bygdarhúsinum í Leirvík, og har verður borðreitt við pizza, dessert og ymiskum undirhaldi.

 

Fleiri hundrað børn og ung í kommununi eru regluliga virkin innan fótbólt hjá Víkingi.

 

- Víkingur hevur 17 barna- og ungdómslið, sum venja bæði í Sarpugerði í Norðragøtu og á fótbóltsvøllinum í Leirvík.

 

Tað veit Eysturkommuna at siga.

 

Viðhefta mynd er tikin á víkingaveitsluni fyri børnum og ungum úr 1. til 8. flokk í fjør.