130 ár og ávegis til Scrabster

Sluppin Johanna fór í gjár til Scrabster í Skotlandi.

Sluppin Johanna TG 326, sum herfyri helt sín 130 ára dag, fór í gjár til Scrabster í Skotlandi.

 

17 mans úr øllum Føroyum eru við á ferðini og skipari er Hans Joensen, Hans í Líðini.

 

Umframt at vera ein frítíðarferð, so er ætlanin eisini at kanna, um nakrar skrásetingar um Johonnu undir seinna veraldarbardaga eru til skjals í Scrabster.

Føroyskar sluppir sigldu við fiski til bretska marknaðin undi seinna heimsbardaga. Í Scrabster savnaðust sluppirnar, tí har fekst siglingarloyvi at fara eittnú ígjøgnum Pentland Firth.

 

Johanna er ætlandi aftur av ferðini mánadagin.

 

Myndin er tikin á bryggjuni í Vági, tá Johanna herfyri helst sín 130 ára dag.