13. umfar spælt sum álagt

Tað verða ongar broytingar í samband við flytingina av 13. umfari

Tað verða ongar broytingar í samband við flytingina av 13. umfari, sum verður spælt sunnudagin 28. mai, hóast fleiri feløg hava gjørt vart við seg. Tað váttar Róin Schrøter, formaður í kappingarnevndini hjá FSF.

 

Tá Fótbóltssambandið kunngjørdi, at landsliðið skal spæla venjingarlandsdyst móti Kosovo 3. juni, so bleiv 13. umfar í Effo-deildini, ið skuldi verða spælt 5. juni, flutt til 29. mai.

 

Hetta er komið illa við hjá fleiri feløgum. Árni Frederiksberg hevur millum annað lagt sítt brúdleyp til júst hetta vikuskiftið, fyri at tað ikki skuldi órógva fótbóltin.

 

Eisini merkir tað, at KÍ ikki sleppur at spæla á heimavølli á norðoystevnu, sum annars var tilrættislagt við umbýting av heimavølli við NSÍ. Somuleiðis hoyrist, at fleiri spælarar eru burturstaddir hetta vikuskiftið í tí trúgv, at tað var eitt frívikuskifti frá fótbóltinum.

 

Feløgini kunnu framvegis innanhýsis velja at flyta ein dyst, men tað skal verða upp á pláss í morgin. Fyribils sær skráin soleiðis út.

 

13. umfar í Effo-deildini:

KÍ-NSÍ (15.00) Beinleiðis á Rás2

AB-ÍF (15.00) Beinleiðis á Rás2

B36-Skála (17.15) Beinleiðis á Rás2

B68-TB (15.00)

Víkingur-HB (15.00)