Eitt leiguflogfar frá JetTime lendi í dag í Vágum. Umborð vóru eini 13 tons av flogfrakt.
Síðani Airbussurin hjá Atlantic Airways fekk skaða, hevur verið trupult at fingið flogfrakt til Føroya. Hetta hevur tarnað vinnuni nógv, og eisini hevur staðið á fáa nógva jólapostin til landið. Men nú røkist fyri, at hesin kortini verður hjá føroysku húsarhaldunum fyri jól.
Rakstrarleiðarin hjá Posta, Georg N. Rasmussen, segði við Kringvarpið í kvøld, at Posta átti eini 8-9 tons av tí, sum var umborð á flogfarinum. Nú eru tey í holt við at skilja stóru rúgvuna, og ætlandi verður alt borið út í morgin. Um neyðugt verður posturin eisini borin út leygardag, segði Georg N. Rasmussen í kvøld.