13 av hesum tingfólkum atkvøddu ímóti, meðan bara sjey atkvøddu fyri. Her er vert at merkja sær, at Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi hava 12 tingfólk tilsaman. Fráveran hjá teimum var tí 42 prosent.
Í skrivandi stund vita vit ikki, hvør atkvøddi hvat, tí tað tekur so langa tíð hjá løgtingsumsitingini at dagføra gerðabókina á heimasíðuni. Men vit gita, at tey sjey, sum atkvøddu fyri, vóru úr Javnaðarflokkinum og Tjóðveldinum.
Hóast løgtingið onga almenna clearingskipan hevur – tað er, at um ein úr samgonguni ikki møtir, so letur ein í andstøðuni vera við at atkvøða, so verða slíkar avtalur gjørdar. Løgtingsformaðurin sigur seg einki kenna til tað.
Men fyri okkum, sum leggja so stóran týdning í hetta málið – og tað hildu vit eisini at flokkarnir hjá uppskotsstillarunum gjørdu, so er tað skuffandi at síggja, at uppskotið fær so lítla virðing, tá til stykkis kemur, og avgerðin skal takast.
– Hvat nú, um enn eitt fleiri úr samgonguni ikki møttu, meðan øll andstøðan møtti, so varð málið samtykt...?