13 talið fer í søguna

Á sumri 2009 verða nýggjur próvtalsstigi og nýggj námsætlan frá tí minsta í vøggustovuni og til endað miðnám tikin í nýtslu í Føroyum

Mánadagin 25. august skipar Mentamálaráðið fyri ráðstevnu um námsætlanir og nýggjan próvtalsstiga í Norðurlandahúsinum. Ráðstevnan er byrjanin á arbeiðinum við at dagføra allar námsætlanir og er fyri teir 150 lærararnar og námsfrøðingarnar, sum eru settir til at gera arbeiðið. ?Námsætlanirnar skulu verða klárar at taka í nýtslu í barnagørðum og skúlum frá 1. august 2009. ?Samstundis verður nýggjur próvtalsstigi tikin í nýtslu. Hesin kemur ístaðin fyri vælkenda 13- próvtalsstigan, sum hevur verið nýttur í føroyska skúlaverkinum síðan 1963. ?Ásannandi at læringartilgongdin byrjar longu í dagstovni, skulu dagstovnar eins og skúlar hava námsætlanir við greitt orðaðum førleikamálum, sum fyrireika einstaka barnið til at møta teimum avbjóðingum, sum koma í fólkaskúlanum og fyri framman í lívinum. Eins og námsætlanir í fólkaskúlanum skulu taka atlit at krøvunum í miðnámsútbúgvingunum, skulu námsætlanir á dagstovnaøkinum taka atlit at krøvunum í fólkaskúlanum. Endamálið er, at børn í Føroyum fáa eins góða byrjan uppá menningina, og at vit so tíðliga sum gjørligt kunnu staðfesta og gera nakað við møguligar førleikatrupulleikar. ?Arbeiðið við at samskipa námsætlanarverkið frá dagstovni til miðnám er ikki roynt áður í Føroyum. Hetta er ein umráðandi liður í arbeiðinum at tryggja samanhang og stigvøkstur í menningartilgongdini frá dagstovni til