13-tal fyri verkætlan um dálking

Í sambandi við eina verkætlan hjá 9ð á Eysturskúlanum í Havn fingu fýra næmingar í einum arbeiðsbólki eitt 13-tal fyri eina verkætlan um dálking

Grundgevingarnar fyri 13-talinum vóru m.a. at næmingarnir høvdu sett seg sera væl inn í evnið, svaraðu nógvum spurningum og høvdu framúr góðan málburð. Í bólkinum vóru Hans Hansen, Bartal Henriksen, Gunnar Thomsen og Schønning Eysturoy.

Teir fýra næmingarnir valdu evni "dálking", tí at teir hildu tað vera eitt spennandi og aktuelt evni. Dálking er nógv frammi í fjølmiðlunum nú á døgum. Vit hava dálkað sera illa, og nú fær hetta avleiðingar. Føroyar eru ein av heimsins mest dálkandi tjóðum pr. íbúgva, og teir í arbeiðsbólkinum settu sær fyri at finna útav hvar føroyingar dálkaðu mest, á landi, í havinum ella í luftini, og um vit gera nakað fyri at byrgja fyri hesi ógvusligu dálking.

Teir vóru t.d. hjá el-felagnum SEV og fingu góða hjálp frá Anders Nedergaard-Hansen, deildarleiðara, eisini vóru teir á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Annars settu seg væl inn í evnið við at leita í bókum og á internetinum eftir upplýsingum. Næmingarnir høvdu eina viku um uppgávuna.