13 ára gamlar koppsetast móti lívmóðurkrabba

Nú kunnu gentur fáa ókeypis koppseting móti lívmóðurhálskrabba, tá tær fylla 13 ár. Aldursmarkið, sum áður var 14 ár, er sostatt lækkað Koppsetingin verjir serliga ímóti sonevnda HPV-virusinum, sum kann elva til kyknubroytingar og harvið krabbamein. Koppsetingin verjir eisini ímóti fleiri øðrum sløgum av krabbameini í kynsgøgnunum.

Tað er týdningarmikið, at koppsetningin er givin, áðrenn gentan verður smittað. Tí skal koppsetinging gevast so tíðliga sum gjørligt, áðrenn tær verða smittaðar við HPV virusi.

Talan er um tríggjar sproytur, og verða tær givnar, áðrenn gentan verður 15, eru tær ókeypis. Fyllir gentan harafturímóti 15, áðrenn øll viðgerðin er givin, má hon rinda tann partin sjálv.

Koppsetingin fer fram hjá egnum kommunulækna. Eftir koppsetingina skulu genturnar sita í 15 til 20 minuttir í bíðirúminum, soleiðis at kommunulæknin kann tryggja sær, at tær ikki verða illa fyri aftaná koppsetingina.

Sproytan verjir ikki móti kynssjúkum, og tí er týdningarmikið at minna á hítina, hóast koppsetingin er latin.

Meiri kann lesast á www.gigni.fo