13 ára gamal drápsmaður

Tríggir ungir dreingir, sum eru 18, 15 og 13 ára gamlir, komu leygardagin sjálvbodnir á eina løgreglustøð í Stockholm, eftir at løgreglan hevði sóknast eftir teimum í fleiri dagar í sambandi við eitt morð.

Sambært blaðnum Dagens Nyheter hava eygnavitni greitt løgregluni frá, at teir tríggir beindu fyri einum 19 ára gamlum manni í Stockholm, og sagt verður, at tað var tann 13 ára gamli drongurin, sum stakk tann 19 ára gamla so meint, at hann doyði.
Fáar dagar frammanundan varð ein 27 ára gamal maður skotin í sama býarpartinum í Stockholm. Í tí málinum hevur løgreglan tikið tveir 22 ára gamlar menn, sum eru skuldsettir fyri morðið.