Tøl, sum vísa avreiðingar um avreiðingarskipanina fyrstu 10 mánaðarnar í 2007, vísa, at minni er avreitt av øllum teimum týdningarmestu fiskasløgunum í ár enn í fjør Tølini hjá avreiðingarskipanini vísa millum annað, at 10 teir fyrstu mánaðirnar komu 13 prosent minni av toski og 21 prosent minni av hýsu upp á land enn somu mánaðir í fjør.
Verður botnfiskurin tikin undir einum, er minkingin 13 prosent ella 14.000 tons. Góður prísur hevur gjørt, at avreiðingarvirðið er ikki minkað líka nógv sum tann avreidda veiðan. Minkingin í avreiðingarvirðinum er umleið 83 mió. krónur, sum svarar til 8 prosent.
Tað fiskaslagið, sum er minkað mest lutfalsliga, er kongafiskur. Nøgdin er minkað úr 4.200 í 1.700 tons ella 60 prosent, og avreiðingarvirðið er minkað úr 47 í 17 mió. krónur ella 65 prosent.